Hóskvøldið kl. 19.30 verður forvitnislig konsert við musikkskúlanæmingum úr øllum Føroyum. Konsertin er í Christians Kirkjuni í Klaksvík og tey, sum framføra, eru næmingar á Musikkskúla Miðnámi, ið er eitt tilboð evnaríkar næmingar í føroysku musikkskúlaskipanini.
Á skránni er solo- og samanspæl og er skráin full av góðum og vælljómandi tónleiki.
Unga fólkið hevur verið á konsertferð kring landið, ið Norðurlandahúsið skipaði fyri undir heitinum ?Tónleikarar á veg?.
Tey hava framført í Miðvági, í Fuglafirði og í Havn og nú verða tey at hoyra í Christians kirkjuni, ið er tiltikin fyri sín góða akkustikk.
Tað er Tónlistarskúlin í Klaksvík, ið skipar fyri konsertini. Dirigenturin Bernmharður Wilknson og samskiparin á Musikkskúla Miðnámi Ólavur Jakobsen, hava sett eina fjølbroytta skrá saman til høvið. Tónleikurin er úr m.a. Suðurameriku, men gomlu meistararnir Vivaldi og Bach koma eisini upp í part.
Ljóðførini eru sera ymisk: solo framførsla á urgu, gittar-trio, klaver-trio og ávikavíst solo á floytu og sello.
Tey framførandi eru: Bjørk Tyril, urgu - Alvi Joensen, Maria Olsen, Jóhannes Múller, gittar ? Maria Heinesen, violin ? Anna á Váli Smith og Kristina á Váli, sello ? Marta T. Johannesen og Elsa Maria Dam, floyta ? Jósef Heilmann og Oluf Dam, klaver.










