Evnaríki 10'arin hjá Rumenia er sonur eina fótbóltslegendu

Pápin hjá unga Ianis Hagi er eingin minni enn Gheorge Hagi

Tá Føroyar í kvøld taka ímóti Rumenia á Tórsvølli, koma vit væntandi at síggja 20 ára gamla Ianis Hagi á vøllinum. Ianis Hagi er evnaríkur offensivur miðvallari, sum dagliga spælir við belgisku meistarunum Genk. Hann er nógv eftirspurdur frá evropeiskum stórliðum, og er roknaður sum tað heilt stóra talentið í Rumentia í løtuni. Hetta er ivaleyst ein leikari, vit koma at hoyra og síggja nógv meira til í framtíðini.

At tað gongst so væl hjá Ianis Hagi er nokk ikki av berari tilvild, tí evnini koma ikki av ongum. Pápi hansara er  nevniliga legendariski Gheorge Hagi, sum verður roknaður sum besti rumenski fótbóltsleikarin nakrantíð. Hann varð av rumenum kallaður “Kongurin” og verður enn sæddur sum ein hetja í heimlandi sínum. Umframt nógvar landsdystir á baki hevur Gheorge spælt við liðum sum Real Madrid, Barcelona og Galatasaray. Hann hevur eisini nógvar royndir sum venjari, og í dag er hann venjari hjá rumenska liðnum FC Viitorul Constanța, sum hann sjálvur hevur stovnað og er eigari av.

Á myndini her síggja vit feðgarnar báðar Gheorge og Ianis til ein landsdyst fyri nógvum árum síðani. Teir eru báðir í nummar 10, sum var talið hjá Gheorge, og í kvøld verður tað sonurin, Ianis, ið kemur at hava 10-talið á rygginum á Tórsvølli.

##med2##