Evi við nýggjum sangi til Europa

Føroyska country songkvinnan Evi hevur nú sent nýggjan sang út til radiostøðir kring Europa. Sangurin er á fløguni, sum hon gav út í fjør, og kallast Blue Radio.

 

- Eg royni at fáa sangin spældan á radiostøðum uttanlands, og seinastu dagarnar havi eg verið á radioturné í Danmark, sigur Evi.

 

Hon hevur vitjað lokalradiostøðir kring Danmark, har hon hevur greitt frá sínari søgu, hevur fortalt um nýggja sangin, sum síðani hevur verið spældur á teimum ymsu radiostøðunum.

 

Evi skal í næstu yvir aftur til USA at taka nýggjar sangir upp, sum hon ætlandi skal geva út seinni í ár.