Føroyska countrysongkvinnan hevur vunnið eina heiðursløn hjá amerikanskum countryfelagsskapi
Evi varð tilnevnd til tvær heiðurslønir hjá felagsskapinum ICMA (Indipendant Country Music Association). Onnur var Best International Country Artist, og hin var Country Event of the Year fyri duettina Oh, How I Miss You Tonight, sum hon syngur saman Jim Ed Brown. Fólk hava í eina tíð kunnað atkvøtt fyri teimum tilnevndu umvegis heimasíðuna hjá ICMA, og nú er úrslitið greitt.
Evi vann heiðurslønina Best International Country Artist.
- Eg vil gjarna takka fyri stuðulin, sum eg havi fingið frá fólki. Eftir at portalurin hevði skrivað um tilnevningarnar, steðgaðu nógv eldri fólk, sum ikki hava facebook, mær á gøtuni og søgdu, at tey høvdu atkvøtt fyri mær, sigur Evi.
Og umvegis facebook bar eisini til at heita á fólk um at stuðla, og tað gekk so væl, at Evi vann atkvøðugreiðsluna í USA.










