Evi ung

Hevur tu hugsað um, at vit kunnu hava bæði glaðar og "illar" rukkur? - Sært tú stúrin ella troytt/ur út uttan at vera tað? - Ella er vørrin blivin smøl við smáum rukkum rundanum?

Flest øll vilja vit síggja frísk og glað út, sigur Evi Poulsen, sum hevur leigað seg inn á viðgerðarstovuna wellness.fo á Áarvegnum við sínum Restylane viðgerðum.


Evi er sjúkrarøktarfrøðingur og autoriseraður Restylane viðgerði. Síðani 2005 hevur hon arbeitt við hesum viðgerðum, og hevur hon tí fleiri ára royndir á økinum. Hon stovnaði sítt egna firma, Estetika í august í ár.


Restylane hevur i meira enn 10 ár hjálpt milliónum av menniskjum at betra útsjóndina á ein nátturligan og tryggan hátt. Restylane er ein seria av andlitsviðgerðarproduktum sum eru mentar til at minka um óynsktar rukkur, skapar fyllu og ger húðuna yngri.


Restylane er eitt gelé, sum er baserað upp á hyaluronsyru, eitt evni sum longu er nátturliga í kroppinum. Geléið verður sproytað inn undir húðina, og úrslitið sæst sostatt beinavegin.


Umfatandi dokumentir eru, sum prógva at Restylane er trygt og effektivt, og sum eisini er orsøk til at estetiskir viðgerðarar um allan heim hava júst hetta evnið sum fyrsta val. Restylane er heimsins mest dokumenteraða húðfyllingarevni, og hevur leingivarandi fyrimunir uttan at vera permanent, soleiðis at tú ert frítt stillað/ur at viðlíkahalda virkningin.


Evi sigur, at í okkara døgum nýtist tær ikki at síggja eldri út, ent tu følir teg. Aldur er bert eitt tal. Við hjálp av Restylane kanst tú lata tína egnu fatan av vakurleika bestemma. Restylane er ein trygg og nátturlig viðgerð til húðynging, og kann í síni heild tilpassast tín tørv. Við at endurbyggja elastiskitetin og tónan í húðini fært tú eina friska og náttúrliga útsjónd.