Tveir føroyingar vóru rættiliga tiknir av bóli, tá ið Evi brádliga ljómaði úr útvarpið í USA.
Evi Tausen skrivar í dag á Facebook hjá sær um eina hending, sum má sigast at vera heldur øðrvísi. Í dag fekk Evi eina heilsan sendandi frá tveimum føroyingum, sum eru staddir í Oklahoma í USA. Og úr útvarpinum í bilinum ljómaði eitt lag hjá føroysku songkvinnuni.
Lagið “Blue Radio” var at hoyra í útvarpinum í býnum Muskogee í Oklahoma í USA. Sig so ikki tað, at føroyskir tónar røkka langt út um landoddarnar.
Hoyr lagið Blue Radio við at trýsta á pílin á myndini.