Vegna koronukreppuna var showið við áskoðarum avlýst og ístaðin hildið »beinleiðis« á netinum, har felagsskapurin kunngjørdi vinnararnar á Red Carpet Award Show 2020.
– Í fjør settu tey í Fair Play Country Music seg í samband við meg og bóðu meg senda teimum nakrar av sangunum, sum eg havi spælt inn, og úrslitið av tí varð, at eg tilnevnd til sjey heiðurslønir, sigur føroyska Evi Tausen, sum býr í Danmark.
Hon sigur, at hetta var fyrstu feðr, at tey skuldu fyriskipa eitt slíkt award show.
– Har vóru dómarar úr øllu heiminum, sum sum skuldu kjósa vinnarar, greiðir hon frá.
– Award showið kalla tey Red Carpet Award show. Ætlanin var, at eg skuldi á pallin til hetta award showið, men vegna koronustøðuna bar tað ikki til, og tí var showið sent beinleðis á Facebook, sigur Evi Tausen.
##med2##
– Eg vann í greinini Amazing Femail Voice, sigur Evi Tausen.
Av øðrum sum vunnu nevnir Evi Tausen eitt nú norska countrysangaran Steffan Jacobsen og hollendsku bólkarnar Music Road Pilots og Ramblinboots, sum báðir hava spælt á Country Festivalinum í Føroyum og í Danmark.