Poppsangarin Signar í Homrum og countrysongkvinnan Evi Tausen hava í kvøld konsert á Reinsarínum í Havn. Hetta er fyrsta av trimum konsertum, sum tey bæði spæla saman næstu tíðina.
Evi Tausen er mest kend innan countrytónleik. Hon byrjaði sína karrieru í 2010 og hevur síðani verið virkin við útgávum og framførslum. Seinastu árini hevur Evi búð í Danmark, men nú er hon komin aftur til Føroyar at búgva.
Signar í Homrum hevur spælt í popp- og rockbólkum og sum solistur, og hann telist millum best umtóktu og mest virknu tónleikarar í landinum.
Evi fer á konsertini at framføra country og countrypopp. Signar fer at spæla popprock og onkran countrysang.
Konsertin á Reinsarínum verður í kvøld kl 22.











