Evi leggur fyri í kvøld

Country-sangkvinnan, Evi Tommysdóttir Djurhuus, hevur fyrstu konsertina á summarfestivalinum í kvøld.

Fyrstu ferð, Evi sang alment, var í sínum egna brúdleypi í august mánað í fjør.  Síðani hevur hon givið tónleik út og hevur spælt á konsertum.

Í kvøld skal hon so hava framførslu á summarfestivalinum í Klaksvík.

Evi arbeiðir nú við sangum til eina nýggja fløgu. Tónleikarar og sangskrivarar í Nashville eru við í verkætlanini, og ætlanin er, at fløgan skal koma út fyrst í komandi ári.

Eftir at barnaundirhald hevur verið á Føroya Tele-pallinum, hevur Evi konsert í Flags-tjaldinum.

Konsertin byrjar klokkan 20.