Everton vil leingja við Lescott

Everton eru til reiðar at leingja við Joleon Lescott. Hetta kemur í kjalavørinum á at Joleon Lescott hevur havt eitt framúr kappingarár

Og felag hansara ynskja at tryggja sær at hann verður verandi í felagnum í komandi árum. Lescott kom til Everton frá Wolverhampton Wanderers síðsta ár, og hann hevur staði seg sera væl, og er eisini komin í enska landsliðshitan. Managarin David Moyes vil bjóða tí 25-ára gamla verjuleikaranum ein nýggjan fimm ára sáttmála – líkur tí, ið aleyparin Andrew Johnson setti sína undirskrift á í farnu viku.