Tað gongur einki serligt hjá Everton í ensku landskappingini, og líkt er til, at felagið fer at styrkja hópin í januar. Ein spælari, sum er upp á tal í felagnum úr Liverpool, er framherjin Diego Forlan, sum spælir fyri spanska feaglið Atletico. Forlan hevur áður spælt fyri Manchester United, har tað ikki gekk betur enn næstbest, men hann hevur síðani víst gott máltev í Atletico, har hann hevur skotið 64 mál í 124 dystum.










