Mikudagin og hósdagin í farnu viku vóru 100 børn og ung á fótbóltsskúla, sum KÍ skipaði fyri í samstarvi við Premier League-felagið Everton.
Høvuðsvenjari á skúlanum var Tony Farrell, ið starvast á Everton FC Academy, og saman við honum stóðu eisini føroyskir venjarar fyri venjingini av teimum ungu millum annað Tony Paris og Jákup Mikkelsen.
Venjingar úr Onglandi
Hugskotið við fótbóltsskúlanum var at geva luttakarunum eina hóming av, hvussu ungir spælarar venja á fótbóltsskúla hjá einum Premier League-felagi.
Tony Farrell hevði lagt venjingarnar til rættis, og talan var um øvilsi, ið vanliga verða brúkt í venjingini av teimum evnaríki spælarunum hjá Everton.
Teknisk venjing var í miðdeplinum. Venjingarnar vóru skipaðar sera miðvíst, so at spælararnir kundu byrja við einføldum øvilsum, og síðani leggja alt meira fyri.
Fleiri vitjanir
KÍ hevur seinnu árini havt vitjan av fleiri útlendskum venjarum, og hesar vitjanir verða misvíst brúktar í arbeiðnum við ungdómsspælarum í felagnum.
Fyri tveimum árum síðani var ungdómsvenjari úr Liverpool høvuðsvenjari á fótbóltsskúla hjá KÍ, og síðani hava venjarar sum Foppe de Haan, U21-landsliðsvenjari hjá Hollandi, og Roy Millar, leiðandi venjari í írska fótbóltssambandinum, vitjað í Klaksvík.
Umframt at venja ungar spælarar í felagnum, hava hesir venjarar eisini undirvíst ungdómsvenjarum í KÍ, og tað hevur verið góður íblástur hjá teimum at fáa.