Everton spælari letur jóladøgurðar til heimleys

Steven Naismith hevur syrgt fyri, at hundraðtals heimleys fólk fáa ein góðan jóladøgurða

Skotski framherjin hjá Premier League felagnum, Everton, Steven Naismith hevur eitt stórt hjartað.

 

29 ára gamli skotin hevur gjøgnum fleiri ár verið ein stórur stuðul og vælgerðari hjá skotska hjálparfelagsskapinum "Loaves and Fishes", sum tekur sítt navn úr Halgubók, tá Jesus á sinni mettaði 5.000 fólk við fimm breyðum og tveimum fiskum.

 

Steven Naismith hevur verið við til at stuðla hesum hjálpararbeiðnum, síðani hann var ein ungur yrkisspælari heima í Glasgow. 

 

Nú hann býr í Liverpool, og spælir við Everton er Steven Naismith farin at stuðla hjálpararbeiðnum hjá The Whitechaple Centre í Liverpool, har Steven Niasmith leggur út fyri hundraðtals jóladøgurðar til heimleys fólk í Liverpool

 

Sambært enska blaðnum "The Telegraph" sigur Steven Naismith, at hann gleðir seg til hetta hjálpararbeiðið á hvørjum ári. - Jólini byrja, tá hetta fer í gongd, sigur Steven Naismith. 

 

Steven Naismith er víðagitin fyri sítt stóra hjartað, og fyrr í ár syrgdi hann fyri, at fleiri arbeiðsleys og fátøk sluppu at síggja ein dyst hjá Everton á Goodison Park leikvøllinum í Liverpool.