Lutakast hevur verið til fjórðingsfinalurnar í ensku FA Cup kappingini, og greitt er, at ein stórdystur verður á skránni.
Chelsea skal á vitjan í Everton, og Manchester United tekur ímóti West Ham, um ikki United verður útsligið av Shrewsbury í kvøld. Í 2009 møttust Chelsea og Everton í finaluni. Chelsea vann finaluna 2-1.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar sær soleiðis út :
Reading - Crystal Palace
Everton - Chelsea
Arsenal ella Hull - Watford
Shrewsbury ella Manchester United - West Ham
Fjórðingsfinalurnar verða leiktar vikuskiftið 11. til 13. mars.











