Evangeliskari fundarøð í Eysturoynni

Frá sunnukvøldi 30. mars til sunnukvøld 6. apríl verður ein evangelisk fundarøð í Eysturoynni undir heitinum: “Frelsa, friður og frælsi í Kristusi”. Fyrst verða fundir í Filadelfia í Gøtu – frá sunnukvøldi til hóskvøld. Síðani verður farið í studentaskúlahøllina á Kambsdali, har fundir verða frá fríggjakvøldi til sunnukvøld. Fundirnir bæði sunnukvøldini verða kl. 18, allir hinir kl. 20.

Svenning av Lofti, evangelistur, verður høvuðstalari á hesum fundum og heldur fundirnar saman við Páll á Lakjuni og Sveini Petersen, sum fara at taka sær av fundar- og sangleiðslu. 


Sangløtur í studentaskúlahøllini á Kambsdali 


Fundirnir í studentaskúlahøllini á Kambsdali verða skipaðir sum sangløtur. Har verður nógvur góður sangur – bæði felagssangur og við fleiri góðum sangarum. Fríggjakvøldið fara Jóan Magnus Olsen og Durita Mohr Jacobsen, sum býr á Kambsdali, at syngja. Leygarkvøldið syngur eitt manskór úr Ebenezer í Havn og sunnukvøldið fer Siloakórið at syngja. Í Filadelfia fara Kristina Bærendsen, Bárður á Lakjuni, Kai Meyer, Svein Petersen o.o. at syngja. Svenning av Lofti endar øll kvøldini við einum evangeliskum boðskapi. 


Skeið við heitinum “Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti” 


Eisini verður eitt skeið leygardagin 5. apríl í Filadelfia í Gøtu. Tá fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyrilestrar, ið hann nevnir “Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti”. Teir fýra gudsmenninir eru Kaleb, Asa, Ezra og Haggai. Og hóast hetta eru menn, ið livdu fyri 3-4000 árum síðani, hava teir ein viðkomandi boðskap at bera okkum í dag. Skeiðið verður frá kl. 13.30 til kl. 17. Øll eru vælkomin. Tað er ikki neyðugt at tekna seg, og skeiðið er ókeypis.