Theodor E. D. Olsen
Myndir: Jens Kr. Vang
2. hvítusunnudag varð tónleikaverkið »Jesus og Makedonarin« eftir Paula í Sandagerði framført í Norðurlandahúsinum. Hetta var triðja útgávan av verkinum, sum bæði hevur verið á ferð í Skotlandi og Íslandi, men hesaferð varð tað framført av Føroya Symfoniorkestri. Tað vil siga at frá at hava verið ein rockmusical og m. a. innihildið improvisatión í tí fyrstu útgávuni frá 1984, var »Jesus og Makedonarin« hesaferð niðurskrivað út í odd og egg. Eisini er eitt sindur gjørt við tekstin hjá Sigmundi Poulsen, tí við í framførsluni vóru eisini útlendskir sangarar, so til bar at hoyra tann av teksthøvundanum uppfunna brúðleypsgestin í Kána, makedonaran, syngja á íslendskum, og annan av høvuðsprestunum og Judas syngja á svenskum. Bróðurparturin varð tó sungin á føroyskum, og ikki kann sigast annað at hetta norðurlendska pallsamstarvið riggaði sera væl.
Konsertin byrjaði annars við, at symfoniorkestrið spældi ta sonevndu Trúbótarsymfoniina eftir Felix Mendelsohn. Hesin fjórði satsurin, ið varð spældur, byrjaði við, at ein einsamøll floyta spældi bar fram fyrstu strofuna av sálminum Vár Guð er føst og haldgóð borg. Síðani sluppu hini ljóðførini so við og við inn í ljóðmyndina, og eftir mikið tónastríð spældu øll koralin.
Ein flott byrjan upp á sjálvt verkið hjá Paula og Sigmundi, ið sum sagt byrjar við tí tiltikna brúðleypinum í Kána, har Jesus ger eitt undur. Hann ger vatnið til perlandi vín. Eftir hetta verður hann tó meira trupul hjá yvirvøldini at fáast við. Hann verjir skøkjur og onnur á lægsta stigi í samfelagnum, og tað hóvar teimum í erva, eitt nú høvuðsprestunum, lítið. Teir gera av at taka hann av ræði, og so byrjar endin á hesi dramatisku søgu, sum inniheldur ivaleyst kendastu avrætting heimssøguni - hesaferð lýst í orðum Sigmundar og tónunum hjá Paula. Og hesaferð enntá eisini av einum symfoniorkestri mannað við eini rúgvu av fólki, men sum heild svingaði tað minst líka so væl, sum tann fyrsta útgávan úr áttatiárunum, ið sum nevnt kann kallast ein rockopera, og sum finst á vinyli. Nær Jesus og Makedonarin kemur út á fløgu vita vit her á redaktiónin ikki, men enn ein útgáva kundi verið hóskandi, nú ein nýggj versión er farin av bakkastokki. Í øllum førum bleiv hendan triðja útgávan av Jesusi og Makedonaranum væl fagnað av fólki. Útselt var, Útvarpið sendi konsertina beinleiðis út í hvønn krók í landinum, sum unnti sær sjálvum ta fragdina, og tað bleiv kanska eisini útvarpað, áðrenn tíðindini tóku yvir, hvussu væl nøgdar áhoyrarar Pauli fekk á hvítusunnu. Standandi lógvabrestirnir dundu í fleiri minuttir í Norðurlandahúsinum hendan dagin, og millum tey nógvu blómutyssini, sum vórðu handað kring Føroyaland, vóru hesi serliga uppiborin. Tí eins og himmiríki er í hjørtum okkara, sum Sigmund at enda í verkinum pompøst siterar Jesus, so slapp tónleikurin eisini innum løtu hjá okkum áhoyrarum eina løtu hesa hvítusunnuna.