Í døgunum 21., 22., 23. og 28., 29. og 30. januar verða vekingarmøtir hildin í »Framtíðini« í Vági.
Tað verður luttøka ymsastaðni frá við talu, vitnisburði og sangi, tað verður luttøka úr Havn, Klaksvík, Vík, Tjørnuvík, Skopun, Eysturoy, Suðuroy og Vág-unum.
Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt
Fyrireikararnir av hesi møtirøð, vilja bjóða suðuroyingum vælkomnar til møtini. Møguliga gongur tú við longsli eftir at lív títt kann fáa eina størri meining.
Ella tú stríðist við andaligar spurningar, so er tú vælkomin at vera saman við okkum, vit vilja savnast um Harrans orð, vit vilja biðja við og fyri hvør øðrum, á møtinum verður nógvur sangur, set tær tíð av, til at vera við til møtini í »Framtíðini« í Vági.
Møguliga kann tú taka undir við Dávidi tá hann syngur: »Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum«.
Alkohol og stoffmisnýtsla
Vit hoyra og lesa at vit hava ein økjandi alkohol- og stofmisnýtslutrupulleika, hesin trupulleikin er at finna millum vaksin og ung.
Avleiðingarnar av misnýtsluni kunnu gerast ógvusligar um ein ikki roynir at koma sær úr hes-um trupulleikum í rímiligari góðari tíð.
Vit vilja heilsa tær sum stríðist við hesar trupulleikar, um at vera vælkom-in til møtini í »Framtíðini« í Vági.
Á møtinum kanst tú møta fólki, sum hava verið í somu støðu sum tú er í, hesi vilja uttan fordøming av tær, vísa tær á ein farbaran veg út úr tínum trupulleikum.
Hesi fólk vilja taka sær stundir saman við tær, líða á hvat tú hevur at siga, hesi fólk hava roynt ein farbaran veg út úr misnýtslu og teimum bondum, ein kann verða fjøtraður inn í.
Hesi fólk komu út úr misnýtsluni og blivu heilir persónar aftur, tey komu út í vinnulívið aftur og gjørdust heilir samfelagsborgarar aftur.
Hesi fólk hava drúgvar royndir at hjálpa fólki, sum misnýtslan bleiv ein stórur partur av lívinum.
Tú ert hjartaliga vælkomin til møtini, ella tú kann ringja og fáa eina avtalu um eitt prát.
Forbøn og samtalur
Hvør av okkum má ikki ásanna at í lívsins bikari verður blanda bæði søtt og beiskt.
Tað seinna, tað beiska, kunnu vit mangan hava trupult at handfara. Lívið kann vera so ófataliga ymiskt fyri okkum øll somul, fyri nøkur er tað ótti og stúran, fyri onnur kann tað vera sorg og aftur onnur bera uppá tímuligar/materialistiskar trupulleikar, bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.
Ein flýggjan inn í seg sjálvan er ikki ein gongd leið, oftani førir tað ein inn í størri og truplari støður.
Tá er tað gott at kunna seta seg niður og lata upp fyri tí, ið tyngir ein, so ein kann blíva hjálptur, og koma víðari í lívinum.
Tí skal áheitan okkara vera til tín sum kennir at hetta er mín støða, lat okkum saman venda okkum til Hann, sum hevur skapt teg og sum hevur elska teg frá móðurlívi av.
Men tá ið tað líkaði Gudi, sum longu frá móðurlívi hevði valt meg út og kallað meg við náði síni. Jesus frá Nasaret kennir tína støðu, hann vil vera hjálpari tín, hann vil føra teg út úr vandabrotum, hann vil møta tínum tørvi.
Páskastevnan 2005
Hesar møtirøðir sum nú byrja í Suðuroynni, koma at halda áfram ymstastaðni í landinum, tú skal vera hjartaliga vælkomin til hesi møtini.
Aftur í ár verður skipað fyri eini páskastevnu í Skálanum í Klaksvík, har tað verður luttøka av ymiskum sang-, talu- og vitnisburðakreftum.
Dentur vil vera lagdur á við hesar møtirøðir at menna og styrkja tann andaliga felagsskapin. Um kvøldið á páskastevnuni verður høvi at samlast á Soli Dio Gloria til ein drekkamunn og annars at uppliva ein góðan andaligan felagsskap við øllum aldursbólkum, set tær tíð av, at vera við til páska-stevnuna í Klaksvík í ár.
Bønartænastan
Vit vóna at tað verða mong, sum koma at gera brúk av hesum møguleikanum.
Tygum eru vælkomin at ringja bønarevnir inn, tygum eru somuleiðis væl-komin at ringja inn fyri at fáa eitt prát, ella ein ynskir eina vitjan, ella vit skulu koma heim til tín/tykkum at biðja saman.
Vit ynskja tær vælkom-num at gera brúk av bønartænastuni, ring tlf. 597597










