Evald og Eyðun eru jarnmenn

Um vikuskiftið hava Evald Rasmussen og Eyðun Rannváarson verið í stórari triathlon kapping í Sherborne Onglandi.

Triathlon:

 

Føroyar fingu í vikuskiftinum tveir Ironmen afturat. Eitt megnar avrik hjá the grand old man innan triathlon, Evald Rasmussen og Eyðun Rannváarson.

Um vikuskiftið luttóku Evald og Eyðun í stórari kapping í Sherborne Onglandi. Talan var um eina sokallaða Ironman kapping, sum er 3,8 km svimjing, 180 km súkkling og eitt marathon í renning. Einasti føroyingur, sum áður hevur fullført slíka kapping, er Oddvin Zachariassen.

Báðir hava brúkt um eitt ár at fyrireika seg til kappingina, so nakað stóð upp á spæl. Teir ætlaðu báðir í fyrsta umfari at klára kappingina millum 12 og 13 tímar. Men teir eru eisini kappingarfólk, so ein kapping teirra millum lá í luftini alla tíðini, tí hvørgin vildi lata hin sleppa framum.

Evald og Eyðun siga, at svimjingin var tað ringasta: 1500 svimjarar svumu 3800 m í einum smølum vatni, sum mest minti um ein runuhyl, og var deilt upp eftir miðjuni, so svimjast kundi báðar vegir. Tað var so eitt, men verri var, tá allir íðkararnir skuldu svimja runt um vendiboyurnar. Eitt kaos av einari aðrari verð.

Hinvegin dámdu teimum 180 km longu súkkluleiðina væl. Nógvar brekkur, eitt sindur av vindi, og so nakrar undanbrekkur, har ferðin kom upp móti 100 km/t. Vindurin darvaði ikki nakað, tí runnavøkstur var fram við vegnum alla leiðina. Hægsta punktið á leiðini var 200 m, sama sum Velbastaðhálsur.

Marathonleiðin, 42,195 km, var á økinum kring Sherborne Castle og í sjálvum Sherborne býi. Eisini her vóru brekkur, skógur og vøtn, sum runnið var fram við og ígjøgnum. Hetta gjørdi, at renningin ikki bleiv keðilig, og tí føldist lættari enn hon í veruleikanum átti.

Í samlaðu støðuni gjørdist Evald nummar 484 við tíðini 12 tímar, 34 minuttir og 8 sekund. Eyðun gjørdist nummar 618 í tíðini 12.57.36.