Evald Larsen og Føroya-kalendarin

Fyrsti føroyski kalendarin í litum - Føroya-kalendarin ? kom út í 1972. Útgevari var Evald Larsen í Havn, og kalendarin bleiv útgivin til og við 1979

Kalendarin bleiv prentaður á Dimmalætting, har Flemming Samuelsen stóð fyri hesum arbeiði. Litprent var ikki so vanligt tá í tíðini, sum tað er nú. Helge Justinussen stóð fyri hefting og liðugtgerð av kalendaranum. Alt arbeiðið varð sostatt gjørt í Føroyum.
Umframt privatfólk nýttu eisini nógvar fyritøkur Føroya-kalendaran sum heilsanir til teirra vinfólk og kundar. Kalendarin varð væl móttikin og nógv seldur.
Evald Larsen er dani, føddur í 1931 í bygdini Fasterholdt, nærhendis Herning í Miðjútlandi. Sum ungur kom hann í læru hjá Balslev & Goos í Keypmannahavn, ið høvdu dóttirfelagið Balslev & Co. í Føroyum. Tá hann varð útlærdur, fór hann í hertænasu í danska herinum í hálvtannað ár. Í 1954 fekk hann tilboð um starv í kolonialdeildini hjá Balslev & Co. í Havn, sum tá helt til á eystaru bryggju. Eftir at hava arbeitt í Føroyum í umleið eitt ár bleiv hann aftur settur í starv hjá Balslev & Goos í Keypmannahavn. Men tíðin í Føroyum bleiv ikki gloymd og í 1957 fekk Evald aftur starv hjá Balslev & Co. í Havn. 5. mai 1960 giftist hann við Linu, f. Wenningsted Jacobsen, sjónleikarakvinnu, úr Havn. Brúdleypið varð hildið í Havnar Klubba. Longu dagin eftir fóru tey til Danmarkar við ferðamannaskipinum Tjaldur og búsettust í eini íbúð í Rødovre.
Í 1966 søkti P/F Poul Hansen í Havn eftir einum sølumanni. Evald søkti hetta starv og fekk tað. Lina og Evald fluttu so aftur til Føroyar at búgva saman við synunum Erik og Finn. Tá innkeypsstjórin hjá Poul Hansen, Ebbe Mortensen, doyði, yvirtók Evald hansara starv. Hann arbeiddi hjá Poul Hansen til hann fór frá fyri aldur í 1999.

Síðan konfirmatiónsaldur hevur Evald havt fotografering sum frítíðarítriv, og hevur hetta alla tíðina havt hansara stóra áhuga. Fleiri av hansara greinum um fototeknik hava staðið í donskum foto-magasinum, eins og hansara myndir hava staðið seg væl í nógvum fotokappingum. Í 1990 luttók Evald, saman við fotografinum Alan Brockie, í eini foto work-shop í Onglandi hjá kenda enska fotografinum Poul Hill og tí ikki minni kenda landslagsfotografinum Fay Godwin. Nú fotografering er vorðin alt meira digitaliserað, tekur Evald ymisk skeið í elektroniskari myndaviðgerð. Í fjør var hann á einum slíkum skeiði á "Medieskolerne í Viborg" Á henda hátt dagførir hann sína vitan innan fotografering.
Hann hevur eisini gjørt nøkur búmerkir sum t.d. búmerkið hjá P/F Poul Hansen og Havnar Klubba. Umframt tað gjørdi hann lay-aut til plakatina "Færøerne i Fokus", sum var í Danmark í 1986. Ítróttur hevur eisini hansara stóra áhuga. Sum ungur spældi hann í fótbóltsfelagnum FREM, sum til hansara stóru gleði er flutt upp í SAS-ligaðina aftur. Eisini spældi hann hondbólt í AJAX. Í Føroyum spældi hann í hondbóltsfelagnum Neisanum, og hann gavst sum aktivur spælari, tá teir vunnu føroyameistaraskapin í Old Boys í 1969.
Sum pensionistur hevur Evald nokk at takast við. Hann viðlíkaheldur hús og hava, lesur góðar bøkur, viðgerð myndir í myrkakamari, samstundis sum tær nýggu digitalu myndirnar verða viðgjørdar á telduni. Eisini skulu børn og abbabørn vitjast. Eldri sonurin, Erik, er giftur við Turið Dam Joensen, tey búgva í Hálandi. Yngri sonurin, Finn, og Anna Jórun Heinadóttir búgva í Havn, og tey eiga børnini Fríðgerð og Eli.