ES hevur fyribils loyst ein av varaforsetunum í ES-tinginum, Eva Kaili, úr sínum embæti.
Hetta hendi, eftir at hon fríggjadagin varð handtikin og skuldsett fyri mutur.
Sosialdemokratiska, Eva Kaili úr Grikkalandi, er ein av 14 varaforsetum í ES-tinginum.
- Saman við fýra øðrum sosialdemokratum er hon handtikin í einum muturmáli, og tíðindastovan AFP veit at siga, at málið hevur tilkýti til Katar.
Forsetin í ES-tinginum, Roberta Metsola, sigur, at allar skyldur og øll rættindini í ES-tinginum nú eru tikin frá Eva Kaili.
Wikipedia veit um handtiknu kvinnuna at siga, at hon er fødd hin 26. oktober í 1978 í Thessaloniki í Grikkalandi.
Eva Kaili hevur verið limur í ES-tinginum síðan 2014.
##med2##