Stóra Grand Prix árið hjá Danmark verður av álvara skotið í gongd, tá fyrstu atgongumerkini til Eurovision Song Contest 2014 verða sett til sølu.
Hetta hendir fríggjadagin 29. november klokkan 10.00.
Tá til at keypa atgongumerki til tey níggju showini, sum tilsamans eru heimsins størsta tónleikakapping og ikki minst ein søgulig hending í Danmark.
2014 verður tað heilt stóra Grand Prix árið í Danmark. Fyri triðju ferð í søguni fer Eurovision Song Contest fram á danskari jørð, og longu nú eru fyrireikingarnar væl í gongd.
Fyri tey fólkini, ið kundu hugsað sær at upplivað stóru tónleikahendingina tættari enn bara gjøgnum sjónvarpsskíggjan, verður nú møguligt at keypa atgongumerki. Tann 29. november klokkan 10.00 verða fyrstu atgongumerkini sett til sølu, og tey fara at kosta frá 100 krónum og uppeftir.
Tá atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin, er tað bara umleið ein triðingur av øllum atgongumerkjunum til Eurovision Song Contest, sum kunnu keypast. Orsøkin til hetta er, at tað framvegis verður arbeitt við pallinum og hvar tey ymsu upptøkutólini skulu standa og so framvegis. Men fram til 1. maj verða fleiri atgongmerki til sølu - næstu ferð 31. januar 2014.