Í 1952 byrjaði samarbeiðið í Kol- og Stálfelagsskapinum við londunum Frankaríki, Vesturtýsklandi, Italia, Hollandi, Belgia og Luxembourg. Felagsskapurin hevði tvey endamál. Annað var at tryggja friðin í Europa, tí man var bangin fyri, at ynski hjá týskarunum um at víðka framleiðsluna av stáli, vildi føra til týska hernaðardubbing. Samarbeiðið skuldi geva hinum londunum kontrol yvir Týsklandi, so Týskland ikki aftur fór at dubba. Hitt endamálið var at skapa størri búskaparligan vøkstur í Europa.
Í 1958 bleiv felagsskapurin víðkaður við Tí Europeiska Tjarnorku Felagsskapinum, sum eisini nevnist Euratom, og við tí Europeiska Búskaparliga Felagsskapinum, sum eisini nevnist Felagsmarknaðurin. Sáttmálarnir vóru undirskrivaðir í Rom. Tann sokallaði Rom-sáttmálin.
Í 1965 blivu teir tríggir felagsskapirnir sameindir til EEC. EEC-Kommisiónin og Ráðharraráðið varð stovnað.
Í 1973 komu Danmark, Stórabretland og Írland uppí, í 1981 kom Grikkaland uppí, og í 1986 komu Spania og Portugal uppí.
Í 1986 bleiv Rom-sáttmálin útvíðkaður við EEC-pakkanum, sum fastleggur karmarnar fyri tann innara marknaðin. Tað inniber at persónar, vørur, tænastuveitingar og pengar frít kunnu flytast innan fyri EEC-londini.
Í 1990 sameindust Eystur- og Vesturtýskland og tað gamla Eysturtýskland kom tí uppí EEC.
Í 1992 samdust ráðharrarnir í EEC-limalondunum á toppfundinum í Maastricht í Hollandi, at stovna Tað Europeiska Samarbeiðið ? ES. Samarbeiðið varð víðkað á fleiri økjum og tað var millum annð semja um, at:
?stigvíst at skapa ein felags mynt
?víðkað samarbeiði um trygdar- og verjupolitik soleiðis, at uttanríkismálaráðharrarnir í ávísum førum kunnu semjast við kvalifiseraðum fleirtali í staðin fyri einmælt, og at Tað Vestureuropeiska Samstarvið kom uppí ES
?rættarlig viðurskifti komu við í samarbeiðið. Hetta fevnir um eftirlit av landamørkunum, innflytarum, internationalum kriminaliti, terrorismu, narkotikahandli og búskaparligum kriminaliti
?útvíðkað samarbeiðið um arbeiðsmarknaðarpolitik, brúkara-spurningar, umhvørvi, mentan, gransking og útbúgving.
?Europaparlamentið fekk meiri makt og vetorætt í teimum flestu spurningum um tann innara marknaðin
?stovna ein umboðsmansstovn, sum kan viðgera klagur um ES-myndugleikarnar
?stovna eina Regionala nevnd til at ráðgeva í regionalum spurningum
Við fólkaatkvøðuni 2. juni 1992 søgdu danir nei til Maastricht-sáttmálan. Tað førdi við sær, at Danmark á toppfundinum i Edinburgh í desember 1992 fekk fýra undantøk til Maastricht-sáttmálan:
?Danmark luttekur ikki í felags-myntinum
?Danmark luttekur ikki í verjupolitikkinum
?ES-borgaraskapur skal ikki setast ístaðin fyri tjóðskaparligan borgaraskap
?Danmark vil ikki góðtaka at samarbeiðið um løgreglu og rættarlig viðurskifti flytast frá millumtjóða-økinum til yvirtjóða-økið. Millumtjóðaøkið merkir, at øll londini skulu vera samd um eina samtykt meðan yvirtjóðaøkið merkir, at at ein meirluti kann semjast um eina samtykt.
18. maj 1993 atkvøddi Danir ja til Maastricht-sáttmálan við undantøkunum fra Edinburgh-toppfundinum.
Í 1995 komu Svøríki, Finnland og Eysturríki uppí ES.
Á toppfundinum í Amsterdam í 1997 samdust ES-londini um at útvíðka samarbeiðið uppaftur meiri.
Tann 28. maj skullu danir atkvøða um Amsterdam-sáttmálan.