Europeiska dystarkabalan

Tað er eitt sindur av eini kabalu at fáa dystirnar at ganga upp, nú fýra tey fremstu fótbóltsliðini í heimligu kappingini í fjør skulu royna seg úti í Europa. B36 spælir í undanumfari til Champions League og hini trý liðini í Europa League.

 

Víkingur spælir fyrst á heimavølli ímóti hvítarussiska FC Gomel, og tann dysturin verður týskvøldið 3. juli, og útidysturin verður so 12. juli. Kemur Víkingur víðari, verður næsta mótstøðuliðið annaðhvørt FK Renova úr Makedonia ella AC Libertas úr San Marino.

 

Eisini EB/Streymur spælir heimadystin fyrst, og hann verður hóskvøldið 5. juli ímóti armenska FC Gandzasar Kapan, og útidysturin verður 12. juli. Eydnast EB/Streymi at vinna samanlagt, skal liðið í næsta umfarinum spæla ímóti sveisiska Servette FC.

 

Føroyameistararnir úr B36 byrja á útivølli í Norðurírlandi, har teir spæla ímóti Linfield FC týskvøldið 3. juli, og so verður heimadysturin eina viku seinni. Gongst so mikið væl, at B36 vinnur seg víðari, bíðar kypriotiska AEL Limassol í næsta umfarinum.

 

At enda er tað so NSÍ, sum eisini byrjar á útivølli, tí fyrri dysturin verður spældur ímóti FC Differdange 03 úr Luxembourg hóskvøldið 5. juli, og so heimadysturin tann 12. juli. Kemur NSÍ víðari, skulu runavíkingar spæla ímóti belgiska KAA Gent í næsta umfari.

 

Enn eru ikki allir dystardagar og vallir váttaðir og ei heldur klokkutíðirnar, men Sportalurin fylgir við, so hvørt sum alt kemur endaliga upp á pláss.