European League: Óli skoraði sigursmálið stutt undan leikloki

Sävehof vann ein sera týdningarmiklan sigur á Skjern, og Füchse Berlin tapti á útivølli fyri Sporting Lissabon

Báðir landsliðsleikararnir hjá Føroyum, Óli Mittún og Hákun West av Teigum vóru í leiki í millumspælinum í EHF European League í kvøld.

 

Óli gjørdist tann stóra hetjan hjá Sävehof tá hann við einum brotskasti við fáum sekundum eftir skoraði sigursmálið til 34-33 í útidystinum móti Skjern. Sävehof var á odda 18-16 í steðginum.

 

Óli skoraði trý mál í kvøld. 

 

Í sama bólki vann kroatiska liðið, Nexe 34-27 (17-15) á slovenska liðnum, Gorenje.

 

Støðan í millumbólki 2 undan seinasta umfarinum er, at Nexe er fremst við sjey stigum, Skjern hevur seks stig og Sävehof hevur fimm stig. Aftast er Gorenje við tveimum stigum.

 

Fremsta liðið fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan nummar tvey og trý skulu spæla áttandapartsfinalur.

 

Seinasta umfarið í millumbólki 2 verður leikt komandi týsdag klokkan 17.45. Tá tekur Sävehof móti Nexe í Partille, og Gorenje tekur móti Skjern.

 

Í millumbólki 4 taptu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin aftur fyri Sporting Lissabon, hesaferð á útivølli. Füchse Berlin mátti í kvøld leggja rygg til eitt 28-32 tap. 

 

Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Hákun skoraði eins og Óli trý mál fyri sítt lið í kvøld.

 

Í sama millumbólki vann vann Dinamo Bukarest 33-23 (16-10) á Constanta.

 

Sporting Lissabon er fremst í bólkinum við átta stigum. Füchse Berlin hevur seks stig, Dinamo Bukarest hevur fýra stig, og aftast er Constanta við tveimum stigum.

 

Seinasta umfarið millumbólki 4 verður leikt komandi týskvøld klokkan 19.45. Tá taka Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Constanta. Sama dag klokkan 17.45 byrjar dysturin millum Dinamo Bukarest og Sporting Lissabon.

 

Í millumbólki 3 eru havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg Handewitt fremst við átta stigum. Flensburg vann á heimavølli stórsigur 42-30 (20-16) á serbiska liðnum, Vojvodina. Jóhan var ikki millum málskjúttarnar í kvøld. 

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 spælir Flensburg bólkafinalu móti danska liðnum, Bjerringbro/Silkeborg.