Elias Ellefsen á Skipagøtu avrikaði framúr væl, tá hann og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu bólkafinaluna í millumbólki 3 í European League.
Í Wonderino-høllini í Kiel vunnu Elias og liðfelagarnir stórsigur 35-24 á oddaliðnum í bundesliguni, Melsungen. Í steðginum var Kiel frammanfyri við sjey málum, 20-13.
Elias gjørdist toppskjútti hjá Kiel við níggju málum. Elias skoraði átta av málunum í fyrra hálvleiki. Harumframt var Elias sum vant við í uppspælinum til onnur mál hjá Kiel.
Kiel vann bólkin við 11 stigum. Melsungen hevur átta stig, Porto hevur fýra stig, og aftast er Vojvodina við einum stigi.
Kiel vinnur seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Melsungen og Porto skulu spæla Play Off dystir.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu í millumbólki 4 á heimavølli í Flens Arena høllini 32-30 (16-16) á Gummersbach. Jóhan var noteraður fyri eitt mál.
Flensburg vann bólkin við 10 stigum. Toulouse var nummar tvey við átta stigum, og Gummersbach nummar trý við seks stigum. Tatabanya endaði aftast við ongum stigi.
Eisini Flensburg vann seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar.