VÍF skal í 3. umfarinum í European Cup ein túr til Italia.
Mótstøðuliðið verður SSV Brixen úr Italia.
Talan er um eitt lið úr Suður-Tirol, landslutinum sum liggur við markið til Eysturríki.
Brixen er nummar trý í bestu italsku deildini við 10 stigum fyri seks dystir.
Dystirnir skulu spælast í tíðarskeiðnum millum 25. november og 3. desember.
Enn er ikki staðfest um báðir dystirnir vera leiktir í Italia, ella um báðir dystirnir vera leiktir í Vestmanna, ella um talan verður um ein heima- og útidyst eftir vanligum leisti.