European Cup: VÍF rann aftaná í seinna hálvleiki

VÍF tapti við sjey málum fyri eysturríkska liðnum, West Wien

Savnsmynd

Mansliðið hjá VÍF spældi í kvøld fyrra dystin í øðrum umfarinum í European Cup í høllini í Vestmanna móti eysturríkska liðnum, West Wien.

 

Vestmenningar avrikaðu væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13. West Wien var á odda 13-10, men við einum góðum endaspurti komu vestmenningar upp á javnt undan steðginum.

 

Seinni hálvleikur byrjaði stak illa hjá VÍF, og tá 39 minuttir vóru leiktir var West Wien á odda 20-14. Eftir tað megnaði eysturríkska liðið at halda munin.

 

VÍF skoraði upp á 22 av 48 málmøguleikum. West Wien skoraði upp á 29 av 51 málmøguleikum, sambært hagtølunum. 

 

VÍF fær longu høvið í annaðkvøld klokkan 19 at reisa seg aftur í seinna dystinum móti West Wien, ið tekniskt er heimaliðið í dystinum í høllini í Vestmanna í annaðkvøld.

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 6/12, Dánjal Ragnarsson 4/9, Djóni B. Nielsen 3/3, Sjúrður Olsen 3/6, Andrias Eriksen 2/4, Óla Jákup Gaard Olsen 2/5, Fríði Holm í Innistovu 1/2, Eyði Bjargarson 1/3.

 

Bjargingar: Mladen Mjerimacka 14/41. 

 

 

 

Savnsmynd