Í landskappingini er B36 á fimta plássi, og EB/Streymur er á sjeynda plássi. B36 hevur 17 stig, og EB/Streymur hevur 9 stig.
Hjá EB/Streymi snýr tað seg fyrst og fremst um at sleppa leyst av botninum. Hjá B36 snýr tað seg um at nærkast heiðursmerkjaplássum.
Í landskappingini hugsa teir í EB/Streymi ikki um heiðursmerki og luttøku í Europa.
Í landskappingini hugsa teir í B36 um at røkka heiðursmerkjum og luttøku í Europa.
Í dag hittast EB/Streymur og B36 í Hólmanum á Eiði. Nú er dagsskráin at vinna seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.
EB/Streymur hevur vunnið løgmanssteypið fýra ferðir. Fyrstu ferð í 2007 og aðru ferð í 2008, tá ið felagið fyri fyrstu ferð vann FM og harvið greipuna og so aftur í 2010 og 2011.
Eftir FM heitið í 2012 var gulltíðin hjá EB/Streymi av. Fyribils í hvussu so er.
Í fjør rakk B36 hálvfinaluna, sum endaði við 2-1 tapi í Sarpugerði. Í fyrraárið tapti B36 fjórðingsfinaluna 4-3 á heimavølli ímóti KÍ. Tað var eftir longda leiktíð.
Í 2018 vann B36 minnisríka finalu ímóti HB. Hóast tað at enda vóru níggju í B36 ímóti 11 í HB, so var støðan eftir longda leiktíð 2-2. B36 vann brotssparkskappingina og tryggjaði sær pláss í europeiskum fótbólti. Hetta var sætta ferðin, at B36 vann steypafinalu.
Í gjárkvøldið vann NSÍ 3-0 í fyrstu fjórðingsfinaluni, sum var í Runavík ímóti 07 Vestur. Tá vóru fleiri á vøllinum, sum ikki hava spælt so nógv í landskappingini. Eitt nú vardu teir málini, sum higartil hava verið eykamálverjar.
Tá ið B36 í sætta umfari í landskappingini hevði vitjan av EB/Streymi, endaði tað við 2-1 heimasigri.
EB/Streymur – B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00.