Europameistari til Klaksvíkar

Í sambandi við Norðoyastevnu hevur hondbóltsfelagið Team Klaksvík bjóðað føroyameistarunum í Neistanum av, og Team Klaksvík hevur styrkt sær liðið til stevnudystin.

 

Felagið hevur nevniliga fingið danska hondbóltsspælaran Lars Møller Madsen at spæla við í hesum dystinum, og hann er ikki hvør sum helst. Lars Møller Madsen gjørdist herfyri europameistari við danska landsliðnum. Lars Møller Madsen er 2,07 metrar til longdar, og hann mann fara at styrkja munandi um liðið úr Klaksvík.

 

Dysturin millum Team Klaksvík og Neistan verður í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin kl. 13.30.