Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir NSÍ seinna dystin í 1. undanumfarinum í Europa League móti Hiberninas. Skotska felagið vann stórsigur í fyrra dystinum, sum endaði við 6-1 sigri til heimaliðið.
Les eisini: (Video) Skrædlið í Edinburgh
Tí verður ikki mett, at NSÍ hevur nakran sum helst møguleika at koma víðari, men hóast ongin spenningur er um samlaða útfallið, so ljóðar at nakrir hundrað skotar koma til Føroya at hyggja eftir dystinum.
Nakrir teirra hava longu sett sín dám á høvðusstaðin. Skotarnir hava millum annað funnið saman á Irish Pub yviri við Skálatrø. Tað sæst millum annað á hesum bannarunum, sum áskoðararnir hava hongt á girðingina uttanfyri vertshúsið.
Dysturin millum NSÍ og Hibernian verður á Svangaskarði á Toftum í morgin klokkan 19.45.
Europa League:
Hósdagin:
Zalgiris (2) – (1) KÍ (Klokkan 18.00)
OFK Titograd (0) – (0) B36 (Klokkan 19.30)
NSÍ (1) – (6) Hibernian (Klokkan 19.45) Beinleiðis á FM1
Føroysk luttøka:
FH (3) – (0) FC Lahti (Klokkan 20.15)
Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og Jákup Thomsen
Sarpsborg 08 (3) – (0) ÍBV (Klokkan 18.00)
Kaj Leo í Bartalsstovu










