Europa League: Ongin tekur Sevilla

Sevilla hevur vunnið Europa League fyri sættu ferð í søguni

Ongin tekur spanska Sevilla, tá tað kemur til Europa League. Sevilla vann í kvøld 3-2 í finaluni móti italska Inter Milan. Romelu Lukaku endaði við at spæla ein stóran leiklut, tá hann var óheppin og gjørdi sjálvmál.

Dysturin byrjaði annars við at Romelu Lukaku legði Inter Milan á odda upp á brotsspark, eftir forarbeiði frá belgiska áleyparanum. Sevilla javnaði stutt seinni. Síðani var tað Sevilla, sum eftir frísparksinnlegg kundi leggja seg á odda, men hesa ferð var tað Inter Milan, sum svaraði aftur.

Í seinna hálvleiki kom bara eitt mál, tá Diego Carlos royndi seg við saksasparki. UEFA hevur givið málið til miðverjan, men tað er óvist um bólturin hevði farið í málið, um Romelu Lukaku ikki setti fótin á bóltin, sum síðani fór í málið.

Hetta er sættu ferð síðani 2006, at Sevilla vinnur Europa League.