Formaðurin í B36, Rúni Herup Olsen kann fegnast um eitt minniligt ár, har B36 vann steypafinaluni ímóti HB í eini tí mest minniligu steypafinaluni nakrantíð. B36 vann seg eisini víðari tvey umfør í Europa League, ið var gott fyri felagið, bæði ítróttarliga og fíggjarliga. 2. deildarliðið flutti upp í 1. deild, og í Betrideildini endaði tað væl við einum bronsuheiðursmerki aftaná 5-1 sigurin á Skála.
B36 missir Meinhard E. Olsen og Odmar Færø til komandi kappingarár, og tí fer at verða arbeitt við at styrkja hópin til komandi kappingarár. Tó vil Rúni Herup Olsen ikki alment váttað um Árni Frederiksberg hevur skrivað undir sáttmála við B36.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Rúna Herup Olsen í formansrunduni ígjár.










