Europa League lutakastið verið

Fyri lítlari løtu síðani fór lutakastið til fjórðingsfinaluni í Europa League fram í Nyon.

Fyri lítlari løtu síðani fór lutakastið í Europa Leagu fram í Nyon.

 

Lutakastið fall soleiðis út, at liðini, ið skulu møtast eru hesi:

 

AZ Alkmar-Benfica

Lyon-Juventus

Basel-Valencia

Porto-Sevilla

 

Tað er kanska vert at leggja til merkis, at Juventus, ið førir italsku kappingina rættiliga sannførandi, er við í minnu Europa kappingini. Bæði Benfica og Porto eru somuleiðis við, eins og tey bæði sponsku liðini, Valencia og Sevilla.

 

Dystirnir verða spældir 3. og 10 apríl.