Europa League finalan í kvøld

Fulham hevur vunnið á eitt nú Juventus, Hamburg, Wolfsburg og verandi Europa League vinnarinum, Shakhtar Donetsk, fyri at koma til finaluna. Fulham hevur tveir skaðar at stríðast við. Framherjin, Bobby Zamora, er ivasamur saman við írska vonginum Damien Duff. Teir eru báðir týdningarmiklir leikarar hjá Fulham.

 

- Teir trenaðu báðir mánadagin og tað er jaligt, segði venjarin hjá Fulham, Roy Hodgson.

 

*Sky Sport hevur akkurát vátta at Bobby Zamora byrjar inni.

 

Eftir bólkaspælið hevur Atl. Madrid vunnið á Galatasaray, Sporting, Valencia og Liverpool á veg til finaluna. Veddingarfyritøkurnar hava gjørt Atl. Madrid til favorittar til í kvøld.

 

- Tað er altíð deiligt at skora mál. At skora ímóti Liverpool í hálvfinaluni var eyka deiligt tí eg eri Manchester United viðhaldsmaður, men um eg skori ímóti Fulham so merkir tað meiri fyri meg, tí eg vil vinna Europa League, sigur Atl. Madrid framherjin, Diego Forlan, ið eitt skifti spældi við Manchester United.

 

Europa League finalan byrjar klokkan 19.45 í kvøld.