Europa League: Chelsea til Svøríki

Arsenal skal hinvegin á eina longri ferð

Lutakastið til 1/16 finalurnar í Europa League hevur verið í dag. Millum favorittarnar eru Premier League feløgini, Chelsea og Arsenal. Chelsea skal spæla móti Malmø FF úr Svøríki, meðan Arsenal skal tað longu leið til Hvítarusslands, har teir skulu spæla móti Bate Borisov.

 

Av øðrum favorittum kunnu nevnast spanska Sevilla, ið skal møta italska Lazio. Sevilla vann kappingina í 2014, 2015 og 2016, umframt í 2006 og 2007. Landsmenninir úr Valencia skulu spæla móti skotska Celtic.

 

Hóast talan er um kappingina millum feløgini, ið ikki eru nóg góð til Champions League, so er fleiri sterk lið við í kappingini. Benfica, Leverkusen Olympiakos, Dynamo Kiev, Inter Milan, Shakhtar Donetsk og Napoli hava øll royndir frá Champions league kappingini seinnu árini.

 

1/16 finalurnar í Europa League verða spældar 14. og 21. feburar.

 

Europa League 1/16 finalur:

Bate Borisov - Arsenal

Celtic - Valencia

Club Brugge - Salzburg

Fenerbahce - Zenit

Galatasaray - Benfica

Krasnodar - Leverkusen

Lazio - Sevilla

Malmø FF - Chelsea

Olympiakos - Dynamo Kiev

Rapid Wien - Inter

Rennes - Betis

Sporting CP - Villarreal

Shakhtar Donetsk - Eintracht Frankfurt

Slavia Prag - Genk

Viktoria Plzen - Dinamo Zagreb

FC Zürich - Napoli