Síðstu dagarnar hevur ebola-sjúkan rættiliga verið á breddanum í Europa og nærri okkum, í Norra, nú ein norsk kvinna, sum arbeiddi í Sierra Leona, í gjár kom sjúk heim og nú fær viðgerð á Ullevål-sjúkrahúsinum í Oslo.
Tað hevur verið upp á tal, at norska kvinnan møguliga skuldi fáa viðgerð við nýggjum heilivági, men norskir heilsumyndugleikar hava lítlan hug at brúka henda heilivág, tí ov lítil kunnleiki er til møgulig hjáárin.
Heldur ikki fæst nakað at vita um, hvussu støðan er hjá kvinnuni, sum bleiv smittað, meðan hon arbeiddi í Vesturafrika fyri felagsskapin, Læknar Uttan Landamørk. – Vit hava tagnarskyldu, verður sagt av Ullevål-sjúkrahúsinum.
Europa er fyrireikað
Samstundis verður í Spania arbeitt við at fáa staðfest, um fleiri fólk har hava fingið smittuna, eftir at tey høvdu verið um tveir ebola-sjúkar trúboðarar, sum komu heim til Spania, men síðani doyðu av sjúkuni.
Trý fólk hava verið innløgd og kannað fyri sjúkuna, men nú er staðfest, at eitt av hesum trimum fólkunum ikki hevur ebola. Tað upplýstu sponsku heilsumyndugleikarnir í gjárkvøldið.
– Tað verða fleiri tilburðir av ebola í Europa, men Europa er væl fyrireikað, so sjúkan ikki skal sleppa at breiða seg uttan tamarhald, sigur ein økisstjóri í heimsheilsustovninum, WHO.
Eisini sigur altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, at um ebola-farsóttin heldur fram við at breiða seg, verður hon ikki bara ein hóttan ímóti heilsustøðuni hjá fólkinum í Vesturafrika, men eisini ein hóttan ímóti búskaparstøðuni hjá londunum har.










