Europa er í eygsjón

Hjá Skála er møguleiki at vinna úrtøkuna, sum skálamenn hildu seg hava uppiborna, tá ið teir fyrr í ár vóru í Sarpugerði

Tað er nummar fimm, sum fær vitjan av nummar seks, tá ið tað seinnapartin verður grannauppgerð í Sarpugerði.

Dagsskáirnar eru ymiskar. Við sigri í dag hevur Víkingur framvegis møguleika at halda tørn um møguleikan eisini næsta ár at spæla í Europa.

Við sigri í dag hevur Skála møguleika at endurvinna sætta plássið, sum liðið vann í fjør. Dreymurin er, at tað skal eydnast at vinna somu úrtøku ella fleiri stig enn í fjør, tá ið Skála endaði á sætta plássi við 33 stigum. Skála hevur 25 stig, og tað eru fimtan stig eftir at spæla um.

 

Tá ið grannarnir í Eysturoy hittust á sama vølli í fyrsta umfari, vann Víkingur 1-0. Tá avrikaðu skálamenn so mikið væl, at teir hildu seg hava betri uppiborið.

 

Hjá Víkingi er Adrian Cascaval leikbannaður, og Heðin Hansen er ikki tøkur.

Hjá Skála ivast teir í, um Jákup Johansen og Edvin Jakobsen eru førir fyri at spæla. Jákup er darvaður av skaða í lærkrikanum, og Edvin er plágaður av knæskaða.