Europa er á dagsskrá við Margáir

Fjórða plássið stendur upp á spæl, tá EB/Streymur fær vitjan av B36

Bæði hjá EB/Streymi og B36 er setningurin at vinna fjórða plássið og harvið rættin næsta ár at spæla í europeisku kappingini.

Tað er greitt, at annað av hinum liðunum fer at sita eftir við Svarta Peri, og úrsitið av innanhýsis uppgerðini við Margáir í dag verður rættuliga avgerandi fyri, hvør tað verður.

Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur Arnbjørn Hansen ikki verið førur fyri at spæla. Nú ber aftur til hjá EB/Streymi at spæla álopstrumfin út aftur.

Hjá B36 eru vongverjarnir báðir, Høgni Eysturoy og Símun Joensen, leikbannaðir, meðan Róaldur Jacobsen er tøkur aftur eftir leikbann.

Tá ið hesi bæði liðini 12. mai hittust við Margáir, vann EB/Streymur 4-1. 4. august vann B36 2-0 í Gundadali ímóti EB/Streymi.

Hjá EB/Streymi hava Gunnar Zachariasen verið upptikin av U21 landsliðnum, og hjá B36 hava Súni Olsen, Hørður Askham og Gilli Sørensen verið burtur frá venjingunum orsaka av landsliðsuppgávum.

EB/Streymur-B36: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00.