Europa aftur best

HM2010 - Aðru HM-kappingina á rað fóru europeisk lond avstað við bæði gulli, silvuri og bronsu

Nú HM-kappingin í Suðurafrika er farin aftur um bak, kann enn eina ferð staðfestast, at hetta var ein góð kapping hjá frægastu europeisku londunum. Hóast stór fótbóltslond sum Italia, Frak­land og Portugal ikki rukku allan vegin, bjargaðu Spania, Holl­and og Týskland europeisku æruni, tí hesi trý endaðu millum fýra tey bestu.
Hvørki Spania ella Holland, sum komu í finaluna, høvdu áður vunnið heimsmeistaraheitið og hetta var fyrsta HM-final­an hjá Spania, meðan Holl­and fyri triðju ferð endaði mill­um tvey tey bestu. Spania gjørd­ist heimsmeistari og vann gull, Holland silvur og Týsk­land bronsu, tá liðið í fyrra­kvøldið vann á Uruguay í bronsu­finaluni.
Hóast Europa var væl um­boðað ímóti endanum, so stóð uppaftur betur til, tá HM-enda­spælið fyri fýra árum síðani var í Týsklandi. Ta ferðina vann Italia á Fraklandi í finaluni, sum bæði mátti út í umdyst og brotsspørk, og Týskland vann á heimavølli bronsu eftir dyst ímóti Portugal. Men hetta er aðru ferð á rað, at Europa vinnur bæði gull, silvur og bronsu – og fyrstu ferð, at eitt land úr Europa vinnur HM í einum øðrum heimsparti.
Uruguay gjørdist fremsta um­boðið fyri Suðuramerika, tí hvørki Brasil ella Argentina bóru boð í bý, tá tað ráddi um at koma langt í kappingini. At Uruguay stóð seg so væl, er merkisvert, tí landið hevur ikki meira enn tríggjar milliónir íbúgvar – og so hevur Uruguay enntá í bæði 1930 og 1950 vunnið HM.
Einki av suðuramerikansku lond­unum tapti nakran dyst ímóti londum úr øðrum heims­pørtum, fyrr enn komið var til allarsíðsta umfar í bólka­spæl­inum. Í finalu­umførunum var tað kortini øvugt, tí tá taptu europeisk lond ikki ein einasta dyst ímóti londum úr nøkrum av hinum heimspørtunum.