Bilverksmiðjurnar gera alt fyri at fáa fleiri stjørnur, tá teirra nýggju bilar verða testaðar í EuroNCAP samanstoyt-testunum. NCAP stendur fyri, "New Car Assessment Program". Ágóðan av hesum testum fáa tey, sum keypa bilarnar. Bilførararnir velja ikki sjálvir frá hvørjari síðu, teirra bilar verða ákoyrdir, tí blíva bilarnir ákoyrdir frá ymiskum vinklum undir hesum testum.
Tað er líkamikið, hvussu nógva innbygda trygd og hvussu nógva trygdarútgerð bilarnir hava, um tey, sum koyra í bilunum, ikki brúka trygdarbeltini. Fyri at fáa fólk at brúka síni trygdarbelti geva EuroNCAP stig til teir bilar, sum hava innbygdan alarm, ið sigur frá, tá bilførarin og tey ferðandi í bilinum ikki brúka trygdarbeltini.
Kelda: FDM / Motor