Euro-kursurin aftur fyri stórum falli

Atkvøður um ES-grundlógina kunnu skapa óstabilitet í heimspartinum

Hendan mánaðan er euro-kursurin fallin til tað higartil lægsta í langa tíð. Uppá ein mánað, er kursurin fallin úr umleið 1,31 til 1,25, ella við 4,6%. Ein bíligari euro, og harvið eisini króna, skuldi bøtt um útflutningsmøguleikarnar hjá Føroyum til lond uttan fyri euro-samtakið.
Tað sum útloysti fallið hesa seinastu niðurgongd, var at tøl um franska búskapin vístu, at vøksturin í framleiðslu har gjørdist væl lægri enn væntað var. So nú er stígur komin í bæði í Týsklandi, sum vit hava umtalað fleiri ferðir, í Italia og Frankaríki. Hesi lond umboða teir størstu búskapirnar á meginlandinum, sum hava ávikavist umleið 80, 60 og 60 milliónir íbúgvar. Haraftrat er arbeiðsloysið stórt í hesum londum, umleið 10 %. Tað er klárt, at slík negativ tøl ávirka euro?na, og hvørja styrki hon hevur í mun til dollar.
Fólkið vísir sína ónøgd í ES-atkvøðunum
Samstundis sum vánaligu tølini komu úr Frankaríki, fekk hetta eygleiðarar og onnur at umhugsa fylgjurnar av fólkaatkvøðuni, sum skal vera um nýggju ES-grundlógina. Eitt nei í Frankaríki fer at geva ES trupulleikar, og tað fer helst ikki at styrkja europeiska gjaldoyrað.
Spania,Týskland, Slovakia og fleiri onnur lond hava annars atkvøtt fyri nýggju ES-grundini. Men meiri spennandi verður fólkaatkvøðan í Frankaríki, sum verður 29. maj.
Og longu 1. juni fer atkvøða fram í Hollandi. Bæði Frankaríki og Holland hava verið við í EF, seinni EU ella ES, líka frá byrjan í 1950-unum. Men nú sær ikki mætari út, enn at bæði lond helst fara at siga nei. Í hvussu so er, kann úrslitið gerast eitt nei, hóast einki kann sigast við vissu. Enn stendur at kalla á jøvnum millum ja- og nei-síðu. Tað óhepna er, at Chirac forseti í Frankaríki millum fólk ikki er so væl lýddur, og tí fara nógv at atkvøða nei, fyri at siga honum ímóti, hóast tað er nakað heilt annað á skránni.
Franskmenn trúgva ikki uppá forsetan Chirac
Tvey mál fáa franskmenn at hugsa seg um, tá valið skal vera, og tey snúgva seg ikki beinleiðis um ES. Í Frankaríki er arbeiðsloysið stórt, og fólk líta ikki longur á orð politikarana um "betri tíðir." Teir, og ikki minst Chirac, hava mist trúvirði.
Harnæst eru nógvir franskmenn ímóti, at Turkaland kemur uppí ES. Tá arbeiðsloysi er so stórt sum 10%, so skapar tað óvissu og ónøgd víða hvar í samfelagnum. Haraftrat heldur til dømis danski eygleiðarin Ralf Pittelkow í Jyllandsposten (180505) at kjarnin í fólksligu ónøgdini skal finnast í "en bredere utilfredshed hos vælgerne med den udvikling, som deres samfund er inde i." Og hann heldur fram "Kernen i dette er oplevelsen af, at samfundet ikke længere hænger sammen, og frygten for, at opløsningstrendenserne vil fortsætte."
Danmark er stabilt
Danmark hevur higartil verið eitt ES-skeptiskt land. Landið hevur m.a. atkvøtt nei til Maastricht-avtaluna, og hetta førdi til at Danmark fekk fýra undantøk fra hesi avtalu, millum annað um verjupolitik og gjaldoyra. Tí er Danmark ikki uppi í euro-samstarvinum, men brúkar enn krónuna, sum eisini er galdandi gjaldoyra í Føroyum.Tó er danska krónan føst læst at europeiska felags-gjaldoyranum, (100 euro eru 746 Dkr) og hevur verið tað síðan 1. januar 1999.
Hini londini, Frankaríki og Holland, hava altíð verið hildin at vera ES-trúgv lond. Men nú er kanska vent í holuni, tí kanningar vísa, at ja-síðan í Danmark kann fáa 56-58%. Men atkvøðan veverur ikki fyrr enn seinast í September. Nevndi Pittelkow meinar, at Europa er um at fara í tvíningar, millum lond, sum eru "i folkelig krise og lande med folkelig tillid og stalilitet, herunder Danmark." Men tíðir kunnu broytast, og hann heldur, at Holland er eitt dømi um land, sum fyrr hevur verið stabilt, men sum nú er spjatt og merkt at ekstremistiskum flokkum og sjónarmiðum.