Í kunning, sum borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, hevur til sínar borgarar, umrøður hann eisini nakrar av fyritøkunum í kommununi.
Ein teirra er EUR-Express, sum var stovnað í 2006, og sum hevur ment seg ár eftir ár við tænastu innan sjó-og flogfrakt, og í dag telist millum tær fremstu.
- Fyritøkan var eitt stutt tíðarskeið í Havn, men flutti so vestur í Vágar og hevur húsast oman fyri flogvøllin síðani 2009.
Borgarstjórin veit at siga, at EUR-Express nú hevur gjørt leigusáttmála við Vága Floghavn og hevur leigað ein part av gomlu farstøðini at húsast og virka í.
- Hetta ger, at tey kunnu lofta flogfraktini beinanvegin, tá flogførini lenda. Tey eru soleiðis til staðar, har tað hendir, og tað er ein styrki hjá fyritøkuni, sigur Sune Jacobsen.
EUR-Express, sum byrjaði við trimum starvsfólkum, hevur nú átta fólk í starvi, og tey hava nóg mikið at gera hvønn dag.