ES-nevndin: Negativ renta hjá bankum er í lagi

Til tjúgund og síðst eru tað dómstólarnir, sum skulu fáa greiðu á, um negativar rentur eru eftir reglunum, sigur nevndin.

 

ES-nevndin metir, at tað ikki er í stríði við galdandi reglur, at bankar í danska ríkinum krevja negativar rentur á vanligar gjaldskontur.

Tað vísir eitt svar, sum nevndin hevur givið Fíggjareftirlitinum, sum hevur biðið nevndina meta um málið.

ES-nevndin leggur dent á, at tað í síðsta enda eru dómstólarnir, sum skulu gera av, um tað er í tráð við reglarnar, at bankakundar skulu gjalda negativar rentur av pengum, tey hava innistandandi.

Í Danmark hava bæði Brúkaraumboðsmaðurin og Simon Kollerup, vinnumálaráðharri, sett spurnartekin við rættin hjá bankunum at krevja negativa rentu.

Stríðið snýr seg um grundleggjandi bankakontur, sum allir brúkarar hava rætt til at stovna, har vit millum annað skulu kunnu taka pengar út av og gjalda rokningar.

Tað slagið av kontum skal sambært reglunum annað hvørt vera til taks ókeypis ella ímóti gjaldi »av rímuligari stødd«. Tað er í hesum samanhangi ósemja um, hvørt negativar rentur eru at meta sum gjald.

Brúkaraumboðsmaðurin heldur, at reglarnar fyri hetta slagið av kontum ikki gevur møguleika at krevja negativar rentur.

Fíggjareftirlitið, sum hevur eftirlit við fíggjargreiranum í ríkinum, metir harafturímóti, at einki er, sum forðar hesum, í lóggávuni.

ES-nevndin leggur dent á í síni meting, at tað als ikki er einfalt at koma við eini meting, so sum ósemjan millum Brúkaraumboðsmannin og Fíggjareftirltið vísir.

Men nevndin metir, at negativar rentur ikki kunnu roknast sum eitt gjald.

Brúkaraumboðsmaðurin hevur boðað frá, at ætlanin er at leggja málið fyri dómstólarnar.

Bankar í danska ríkinu fóru í 2019 at taka negativar rentur frá privatum bankakundum.

Bankarnir hava sagt orsøkina vera, at teir sjálvir gjalda pengar fyri at hava pengarnar standandi í Tjóðbankanum – altso at teir hava eina útreiðslu í sambandi við at hava pengar standandi, sum teir senda víðari til kundarnar.

Jyske Bank var í 2019 tann fyrsti bankin í ríkinum, sum tók negativa rentu. Í dag er tað standard í flestu bankum, at tú skal gjalda negativa rentu, um tú hevur meira enn 100.000 krónur standandi.

Fíggjareftirlitið skrivar í eini viðmerking til metingina hjá ES nevndini, at bíðast má eftir eini møguligari avgerð við ein dómstól.

– Við svarinum er støða ikki tikin til, um einstøku bankarnir sambært teira avtalugrundarlag hava møguleika fyri at krevja negativa rentu. Her mugu vit bíða til eina møguliga avgerð við dómstólar í málinum, sum Brúkaraumboðsmaðurin ætlar at leggja fyri dómstólarnar, skrivar Fíggjareftirlitið.

/ritzau/