Ein frágreiðing, sum íslendska vinnan hevur latið fiskimálaráðnum í Reykjavík, kemur til ta niðurstøðu, at makrelurin tyngnaði nógv ta tíðina, hann var í íslendskum sjógvi seinasta summar. Í meðal tyngnaði makrelurin 55 prosent hesa tíðina, sum er frá mai til august, sigur arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað frágreiðingina.
Bólkurin hevur eisini kannað, hvussu nógvur stórur partur av makrelstovninum var í íslendskum sjógvi summarmánaðirnar í 2010 og í fjør. Niðurstøðan er, at í 2010 var stovnurin 4,85 milliónir tons tons, og at av hesum vóru 1,1 millión tons ella 23 prosent í íslendskum sjógvi. Í fjør var stovnsvektin 2,7 milliónir tons, og 1,1 millión tons ella 43 prosent vóru í íslendskum sjóøki.