Á netinum er eitt stað, har tú altíð kanst finna okkurt flott, frekt, festligt og hondgjørt. Etsy er sølutorgið hjá kreativum fólki um allan heim, ein marknaður, sum umfatar fleiri hundrað túsund regluligar kundar.
Heimasíðan, www.etsy.com, lat upp í juni 2005, og í juli 2007 var vøra nummar ein millión seld á heimasíðuni. Í løtuni eru á leið 170.000 ymiskir seljarar ella handlar á Etsy.
Her eru listafólk og listahand-verkarar av øllum handa slag, og skalt tú keypa okkurt heilt unikt og stuttligt, finnur tú tað uttan iva á etsy.
Á síðuni ber til at lesa meira um einstøku seljarnar, og hvussu aðrir kundar hava verið nøgdir við vørurnar hjá teimum. Her eru eingi millumlið millum seljara og keypara.
Ein kvinna í Kina situr og seymar eitt festligt fyriklæði, sum hon sjálv hevur sniðgivið. Síðani tekur hon eina mynd og leggur hana á Etsy, og nakrar dagar seinni kemur føroyska postboðið við pakkanum til tín.
Festlig teldutaska
Í handlinum Ella Since Osix selur Ella úr Hollandi teldutaskur, sum hon hevur seymað um við vintage toyi. Sterkar taskur í festligum farvum
Tøvdir steinar úr Hollandi
Tað ber eisini til at keypa steinar á etsy. Smáir steinar tøvdir inn í vakurt litaða ull. Reya Veltman úr Hollandi hevur nógvar spennandi tøvdar ullalutir í sínum bási
Tín egna pung úr Japan
Ella hvat við einum snøggum pungi úr Japan. Sølutorgið, Little Cat, hevur nógvar vakrar lutir seymaðar úr toyi. Allir gjørdir við kærleika, sum seljarin í Tokyo sigur
Avbjóðandi list
Tað ber eisini til at keypa fotomyndir, tekningar og málningar á Etsy. Hendan myndin er prent av oljumálningi hjá amerikansku listakvinnuni, Lisa Hurwitz