Flokkarnir sita í løtuni og viðgera teir etisku spurningarnar, og her er stórur munur á sjónarmiðunum hjá Tjóðveldi og Miðflokkinum Sandoyartunnilin var tað einstaka málið, ið torførast var at koma ígjøgnum, men tann knúturin varð eftir øllum at døma so mikið væl loystur, at ein væl nøgdur Gerhard Lognberg kundi stíga umborð á Teistan móti Skopun fyri fleiri tímum síðani.
Í løtuni verða teir etisku spurningarnir viðgjørdir, og teir kunnu eisini verða torførir at koma ígjøgnum, tí sera stórur munur er á sjónarmiðunum hjá Tjóðveldi og Miðflokkinum. Tað var júst eitt tílíkt mál, 266 B, ið fekk Karsten Hansen at siga Tjóðveldi farvæl og takk og fara upp í Miðflokkin.
Nú sita flokkarnir yvir av hvørjum øðrum fyri at finna orðingar í samgonguskjalinum á hesum økinum, sum báðir flokkar kunnu góðtaka. Og sum skilst, er hetta ikki tann lættasta uppgávan.
- Etisku málini eru hjartamál hjá Miðflokkinum og tískil eisini kardinalpunkt fyri okkum í hesum samráðingum, sigur Jenis av Rana, floksformaður í Miðflokkinum, sum tó ikki vil útgreina, hvørji krøv flokkurin hevur á hesum øki.
Rás2 sendir hvønn fullan tíma, so leingi samráðingarnar halda fram í kvøld.