• Óheftni, hvat merkir tað?
• Trúðvirði, hvat merkir tað?
• Etikkur, hvat er tað í miðlaheiminum?
Felagið sigur í tíðindaskrivi, at høvið verður at kjakast um sjálvar grundarsteinarnar fyri journalistiskt dygdararbeiði: Óheftni og trúvirði. Skeiðshaldari hendan dagin verður Gunnar Bodahl-Johansen, sum er ein av royndastu serfrøðingunum í Norðurlondum í fjølmiðlaetikki.
– Øll, sum arbeiða á miðlunum, eiga at kenna leiðreglurnar fyri góðan fjølmiðlasið. Á hesum skeiðdegnum fer Gunnar Bodahl-Johansen at tosa um etikk í miðlunum við dømum úr bæði Føroyum og Noregi. Leiðreglurnar fyri fjølmiðlasið líkjast í londunum báðum. Á skeiðnum fara vit eitt nú at tosa um ærumeiðing, persónsvernd, myndir, almannakunngerð og kelduverju, sigur felagið.
Eitt er, at vit hava almennar leiðreglur, men eisini hvør miðil sær kann hava etiskar reglur og mál fyri starvsfólkini.
Gunnar Bodahl-Johansen sigur, at einki styrkir trúvirðið betur enn greiðar og forpliktandi reglugerðir. Eisini hetta fer hann at tosa um á skeiðnum.
– Øll, sum arbeiða við miðlum, eru vælkomin. Vit byrja klokkan níggju leygarmorgunin og halda á til klokkan umleið 16, sigur Ingrid Bjarnastein, forkvinna í felagnum.
Gunnar Bodahl-Johansen hevur í nógv ár arbeitt við pressuetikki og hevur havt tilknýti til Institutt for Journalistikk í Fredrikstad síðani 1994. Áðrenn tað var hann skrivari hjá Norsk Presseforbund. Hann hevur eisini royndir sum journalistur og blaðstjóri.
Tiltakið er fyri øll, men tað er ókeypis fyri limir í Føroyskum Miðlafólkum. Kostnaður fyri onnur er 400 krónur.









