Etikkur, moralur og læknavakt

Anna Katrin Matras, samskiftis- og kunningarfólk
----

So var enn einaferð ein forsíðusøga um nýggju lækna­vaktina. Hóast nýggja skipanin ikke er heilt nýggj long­ur, so eru meira enn so barnasjúkur at síggja. Og um hesar hoyra vit frá brúkarunum, Føroya fólki. Serliga hoyra vit um illa nøgdar “kundar” í útjaðaranum av okkara oyggjasamfelagi.

Mesta ónøgdin, sum vit hoyra um, er frá fólki, sum ikki hava havt møguleikan til at flyta seg til Havnar fyri at møta upp hjá læknavaktini til kanningar, áðrenn hjálp kann verða veitt.

Dømi eru um mammur, sum hava verið einsamallur heima við børnum, har eitt av teimum hevur verið sjúkt og havt brúk fyri læknahjálp. Ikki er altíð møguleiki fyri bara at taka bilin og koyra teinin til læknavaktina í Havn. Kanska eisini við fleiri øðrum børnum, sum tað ikki var møguleiki fyri at fáa ansing til.

Ella talan er um eitt eldri fólk, sum er vorðið sjúkt og ússaligt heima og sum lækni átti at tikið hond um. Har eru kanska bara eini eldri hjún, sum ikki longur seta seg føran at koyra bil og kanska tí longu hava sloppið sær av við bilin. Møguleikin at flyta seg frá heiminum til læknavaktina, fyri at fáa neyðugu og sjálvsøgdu hjálpina, er ikki til staðar. Hvat er tá at gera?

Og søgan, sum fleiri teirra tá siga frá, er um, hvussu tey eru móttikin av fólkinum í hinum endanum av telefonini. Tí professinella vælútbúna, sum skuldu duga á at skina, hvør tørvurin er og hvat gerast kann. Men har hevur svarið aftur og aftur verið “tað er so tykkara trupuleiki, tit mugu finna eina loysn og so koma higar at fáa læknahjálp”.

Tá er tað at eg fari at spyrja eftir virðisgrundarlagnum, sum okkara læknavakt er skipað eftir. Hvar er moralurin ella etikkinum? Er onki mát fyri hesum? Hvar gongur markið fyri, hvat vit bjóða okkara borgarum, tá tørvur er á læknahjálp, aftaná vanliga upplatingartíð hjá læknanum?

Ofta verða hesar søgur sum nevnt knýttar at útjarðara avbjóðingum. Hetta tí at fjarstøðan ímillum borgara og læknavakt verður sett sum stórsta hóttanin. Men er tað nú “bara” fjarstøðan, sum skapar hesar trupuleikar? Kundi tey bæði eldru ikki eisini verið búsitandi í Hoyvík og allíkavæl verið í teirri støðu, at tey er vorðin óhjálpin og ikki longur hava atgongd til bil? Og kundi mamman við sjúka barninum, umframt sínum 2-3 øðrum smábørnum, ikki verið búsett á Velbastað ella á Argjum og verið í líka ringari støðu, tí hon ikki bæði fekk koyrt bilin, tikið sær av sjúka barninum og hinum børnunum við?

Sjóneykan eigur í hesum samanhangi at verða sett á virðisgrundarlagið. Tí, verður arbeitt eftir einum virðisgrundarlagi, har etikkur og moralur verður settur í hásætið, so eigur hædd at verða tikin fyri avbjóðingum sum hesum. Tað eru, og fara altíð at vera løtur har vit øll kunnu koma í líknandi støður. Og rúm eigur at vera fyri at taka hædd fyri hesum og finna eina skilagóða loysn fyri læknahjálp. Tað kann gott vera, at hetta kostar nakrar krónur meira, men hevur tað størri týdning at spara nakrar krónur, heldur enn at borgarin fær tað hjálp, sum honum tørvar og sum eitt vælferðarsamfelag eigur at bjóða?

Vit hava so slett ikki ráð til at reka okkara samfelag har bara pengarnir, uttan etikk og moral, ráða !!!