ETA sinnað til semju

Tann hernaðarligi loysingarfelagsskapurin í Baskaralandinum, ETA, kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann er sinnaður at fara undir samráðingar við tí fyri eyga at upploysa felagsskapin og at gera friðaravtalu við stjórnirnar í Spania og Fraklandi. Avtalan skal millum annað hava við sær, at allir ETA-limir lata vápnini frá sær.

ETA leggur tó treytir við, og hóast felagskapurin ikki hevur almannakunngjørt tær endaligu treytirnar enn, tykist greitt, at felagsskapurin millum annað krevur, at ETA-limir, sum sita fangar í sponskum og fronskum fongslum, skulu flytast til fongsul í Baskaralandinum.

Eygleiðarar í Madrid siga, at ETA hevur veruliga lagt á annan bógv, tí fyrr hevur felagsskapurin altíð sýtt fyri at gevast við stríðnum og at lata vápnini frá sær.

ETA er viknaður nógv tey seinastu árini eftir áhaldandi átøl hjá sponsku og fronsku myndugleikunum, sum millum annað hava gjørt, at fleiri av teimum ovastu leiðarunum í felagsskapinum eru endaðir í fongsli.