Tað ræður um at fáa pizzuna skjótast gjørligt úr pizzabakkanum, eftir at tú hevur keypt hana. Ella mást tú brúka bakipappír við Svanamerki sum undirlag í bakkanum.
Orsøkin er, at hormonórógvandi evni finnast í pizzabakkum og øðrum matvøruinnpakningi. Tey sonevndu flourevnini, sum verða brúkt í framleiðsluni av pizzabakkum, kunnu verða skaðilig at fáa í kroppin.
Tí mælir brúkararáðið Tænk Kemi fólki frá at eta pizza úr pizzabakkum.










